Arbeiðsfundur og veitsla 23. apríl 2022

Tíðindi >>

Leygardagin 23. apríl, skipar Útoyggjafelagið fyri arbeiðsdegi, og einum betri bita aftaná. Tiltakið verður á Hotel Brandan. Lagt verður upp til framløgur og kjak. Dentur verður lagdur á, at eftirmeta arbeiðið seinastu 20 árini, men ikki minst, at líta frameftir, og at arbeiða við evninum "hvussu skipa vit felagið, til broyttar tíðir". Samfelagið broytist støðugt, og tí er eisini neyðugt, at felagið fylgir við tíðina, møguliga við broyttum raðfestingum og arbeiðshátti, sum kann tryggja, at útoyggjrnar ikki detta niðurímillum í skjótu gongdini. Tað eru nógv viðurskiftið, ið skapa órógv og ótryggleika á útoyggj, samstundis sum tað koma nýggir møguleikar fyri vinnu. Tað lækkandi tænastustøðið, atgongdin til bútaðir og vánaliga ferðasambandi, eru veruliga avbjóðingar, ið politiska skipanin noyðist at finna loysnir uppá, alt fyri eitt. Matøruframleiðsla og feðavinna, kunnu gerast góðir vinnuvegir, men tað krevur eisini, at tey sum búgva á útoyggj, og vilja fáast við hetta, fáa atgongd til tilfeingið. 

Tekna til tiltakið, við at senda teldupost til: utoyggj@gmail.com. Seinasta freist er sunnudagin 17. apríl.  

Aftur






 


 

Sniðgeving og forritan: cre8.fo