Baksýnið og nýtt virkisár 2019

Tíðindi >>

Nú 2018 er lagt væl afturum, og nýggja virkisárið hjá felagnum byrjað, er nógv at tríva í, bæði aftureftir sum frameftir. Tað er ongin loyna, at mótbrekkan er tung, og gongulagið hareftir, men tað er vónin, ið drívur verkið, og glóðin fær nýggja styrki, fyri hvørt átak, ið skapar framburð.   

Felagið hevur raðfest politiskan vælvilja

Sum undanfarin ár leggur felagið nógva orku í at vera virkið, í skrift og talu, tá umræður myndugleikar og stovnar. Í so máta var 2018 ikki eitt undantak.

Frá januar til mai var nógv fundarvirksemi viðvíkjandi samferðslu og farmaflutningi, umframt fundir við Landsverk um ábøtur á undirstøðukervið. Eftir áralanga togtogan kom loksins hol á, og nú hava vit fingið vissu fyri, at nøkur av okkara ynskjum eru og verða gingin á møti.

Útjavningarstuðulin

Útjavningarstuðulin verður býttur millum SSL, Posta og Atlantsflog. Í nógv ár hevur játtanin verið uppi, alt ov tíðliga. Nú er upphæddin loksins hækkað, men ikki minst, so er umsitingin broytt. Frameftir eru tað bara tey, sum eru skrásett at búgva fast á útoyggj, ið fáa stuðul. Harnæst er tað ein stór ábót vegna skúvoyingar, at tey nú kunnu brúka eitt privat felag, umframt SSL og Posta. Tað sum enn manglar í skipanini, er okkara ynski um, at allar vørur verða fevndar av stuðlinum, eisini byggitilfar. Felagið fer áhaldandi at arbeiða fram ímóti, at kunngerðin verður broytt samsvarandi hesum.

 

Leigugjøld fyri farmaskip hoyra ikki undir útjavningarstuðlin

Útoyggjafelagið hevur aftur og aftur víst á, at tað er ein feilur, at SSL brúkar útjavningarstuðul til gjald av leigu fyri skipini, ið flyta farm til útoyggjarnar. SSL eigur at fíggja hetta av egnum rakstri. Var hetta ikki ein partur av gjaldinum, rakk peningurin væl til alt árið, og eisini um byggitilfar var við í útjavningini.

At fáa afturbering fyri farmagjald, er altavgerandi fyri tey, sum búgva á útoyggj, tí ALT verður fraktað við báti.

Landsverk og undirstøðukervið

Tá tað kemur til Landsverk og undirstøðukervið, er langt á mál. Lítil og ongin peningur er tøkur til endamálið. Tað var okkara vón, at nýggja Landsstýrið fór at rætta hesa játtan upp, men so varð ikki. Talan er um játtanina til “undirstøðukervið á útoyggj”, ið kommunurnar kunnu søkja. Fyrr vóru áleið 4 milliónir á hesi játtan, men Landsstýrið, ið sat frá 2011 til 2015, skerdi játtanina niður á bert 700.000,- og har er hon framvegis. Tað er stórur tørvur á ábótum, alt frá lendingum, vegum, reinum vatni, brandpostum, kloakkskipan o.ø.

Eitt dømi er Skúvoyar kommuna, sum eins og allar aðrar kommunur skal tryggja eina nútímans kloakkskipan, men hevur ongan kjans at fíggja hetta arbeiðið einsamøll. Tí er tað alneyðugt at landið sær útoyggjarnar sum serlig øki, og tí er sinnað at stuðla undir, at slíkar íløgur verða gjørdar. Um ikki, verður trupult at halda lív í útoyggjunum. 

Tyrlan og turistar

Tyrlan er ein týðandi partur av samferðsluni til útoyggjarnar, men av tí at ferðavinnan økist, økist trýstið á tyrluna. Á vári 2018 var greitt, at tað bar ikki longur til at lata ferðafólk bóka ferðir ein mánað frammanundan, tí eftir bert fáar minuttir vóru allir túrar hjá tyrluni bókaðir av útlendingum. Útoyggjafelagið og Atlantsflog sótu saman á fundi í mars-apríl 2018, við tí endamáli at finna eina loysn á hesum.

Úrslitið varð, at bókingarskipanin varð umløgd soleiðis, at onnur enn fastbúgvandi ikki sleppa at bóka túrar fyrr enn eina viku framman undan fráferð. Hetta loysir ikki allar trupulleikar, men er eitt gott stig á leiðini. Serliga Stóra Dímun hevur enn trupulleikar við at fáa vørur inn á meginlandið, tí tyrlan úr Suðuroy ofta er fult lastað, vónandi finst ein loysn á hesum í 2019.

Tann góða søgan

Í juni 2018 var tað ovboðið hjá teimum, sum búgva í Kalsoy, ikki at sleppa í oynna, tí Sam altíð var fullsettur. Saman við umboðunum fyri Kalsoynna handaði Útoyggjafelagið, í juni 2018, eitt skriv til Samferðslumálaráðið, við einum uppskoti um loysn á trupulleikanum. Talan var um at seta eina bil-røð av til tey lokalu, við plássi fyri 4-6 bilum. Hendrik Old, ið varðaði av hesum máli tá, tók undir við loysnini, og fyrst í juli mánaði boðaði SSL frá, at nýggja skipanin við “lokalum” bilbási var komin í gildi, og hetta hevur riggað sera væl.

Framstig, ið muna

Útoyggjafelagið frøist um øll framstig, og tað var eitt stórt framstig, tá tíðindini bórust um, at nýtt avloysaraskip verður bygt. Hetta hevur Útoyggjafelagið saman við nógvum øðrum góðum kreftum stríðst fyri í fleiri ár. Hetta sama við trupulleikanum á Hestleiðini. Eftir stórt trýst eydnaðist tað at fáa loyst málið í januar 2019, tá núverandi landsstýrismaðurin Heðin Mortensen skar ígjøgnum, og Jósup varð leigaður at røkja Hestleiðina. Hesa loysn eru hestfólk sera fegin um.

Til seinast, men ikki minst, skal nevnast at skipanin við oljutunnum í Fugloy, varð avloyst av oljuveiting - við “tanga-bili”. Hetta var eitt stórt og neyðugt framstig, í HIMR/ Siri Stenberg fyriskipaði.

Eitt spennandi ár hjá framleiðarum á útoyggj

Útoyggjafelagið er virkið við fleiri verkætlanum, ið snúgva seg um mat og framleiðslu. Eitt nú tiltøk sum “Matur sum ferðaminni”, “Urtasmiðjan” , “Føroysk matmentan” og ”Livandi tilfeingi”. Hesi tiltøk knýta vit m.a. at Slow Food.

Felagið samskipar og tryggjar luttøku, bæði í Føroyum og uttanlands. Í apríl 2018 varð  Slow Food Nordic hildið í Keypmannahavn. Við í hesum vóru fleiri luttakarar av útoyggj. Hetta skal geva íblástur, eggja til nýggjar framleiðslur og netverk.

Arbeitt verður áhaldandi við at fáa fleiri framleiðarar við í toymið, og í 2019 verða tiltøk, ið skulu stuða undir hetta.

Tað var ein lætti, tá nýggja matvørulógin endiliga var avklárað. Hetta ger tað gjørligt at leggja til rættis, og ikki minst, at vita, hvat ein kann og ikki kann gera. Hvat viðvíkir úrdráttum frá fletting, so selja tey flestu sínar vørur í ”durasølu”, og hóast krøvini eru linkað, so velja fleiri á útoyggj tó framvegis at arbeiða við at nýmótansgera framleiðsluumstøðurnar, so tað fæst meira burturúr, og framleiðslan kann verðagóðkend. 

Ferðavinnan

Eitt týdningarmikið virkisøki á útoyggj er ferðavinnan. Felagið hevur í mong ár arbeitt fyri at menna tiltøk innan ferðavinnu, eitt nú við at fáa fígging til vega og skipa ráðgeving. Hetta arbeiði hevur ikki fingið undirtøku frá myndugleikunum, við undantak av at játtanin til menning á útoyggj spakuliga er hækkað.

Útoyggjafelagið hevur ikki verið partur av nýggju tilgongdini hjá Visitfaroeislands um innlendismenning, við undantak av einum tíma til samrøðu. Men vit hava ikki sitið á hondunum fyri tað. Í 2018 legði felagið seinastu hond á kanning, nevnd ”Ferðavinna á útoyggj”. Við støði í hesi kanning fara vit í 2019 og frameftir undir eitt meira miðvíst arbeiði at fáa tað framt, ið fólk flest eru samd um eigur at gerast.    

Í mai 2018 tók felagið lut í ráðstevnuni Burðardygg ferðavinna við m.a. framløgu um ferðavinnu á útoyggj, og frammanundan tí við einum fyrilestri um sama evnið á Fróðskaparsetrinum í mars 2018.

Endamálið hjá felagnum at taka lut í slíkum er at varpa ljós á tørvin fyri vágafúsari fígging og hollari vegleiðing, bæði til íverksetan og fyriskipan innan ferðavinnu, men ikki minst einari nógv betri almennari tænastu, alt frá samferðslu til trygd, skulu útoyggjarnar verða partur av hesum vinnumøguleika í vøkstri.

Íverksetan og ítøkiligur stuðul

Sum nevnt omanfyri er átrokandi at finna vegir at skipa ferðavinnuna á útoyggj. Serliga við tí vitan, at tað eru sera fáar hendur. Tað krevur nýhugsan og øðrvísi framferð enn á meginøkinum. Í okkara grannalondum, eitt nú í Íslandi, hava tey longu funnið loysnir, ið rigga í teirra útjaðara, sama er í Írlandi. Útoyggjafelagið hevur kunnað seg um hetta, og útoyggjafólk hava eitt nú vitjað í Íslandi at síggja, hvat tey gera har.

Umframt hetta hevur Útoyggjafelagið við norðurlendskari fígging, og í samstarvi við felag í Íslandi, gjørt eitt uppskot um, hvussu vit kunnu skipa íverksetan og ráðgeving á útoyggj og útjaðaranum sum heild.

Í 2018 gjørdu vit enn eina roynd, at fáa undirøku fyri at fremja hetta uppskot, uttan úrslit. Hetta ber í stuttum í sær, at fakfólk saman við leikfólki hjálpa teimum, ið hava eitt hugskot, til at fáa tað framt. Ein hond, ið leiðir allan vegin. Talan er ikki um ein stovn, men eitt tiltak, ið kann húsast t.d. í vinnuframa ella Íverksetarahúsinum í Klaksvík. Kommunurnar saman við Fróðskaparsetrinum o.ø. skulu standa fyri tí.

Vit fara at gera enn eina roynd í 2019 at bera hugskotið fram fyri myndugleikum.

 

Útoyggjastevnan

Stevnan í 2018 varð hildin í Svínoy.

Tað vóru tey búsettu, bygdarfelagið og onnur, ið varða av Svínoynni, ið fyriskipaðu. Hetta arbeiðið var sera væl úr hondum greitt, og stevnan eydnaðist væl. Tað var bara samferðslan, ið ikki riggaði. Hetta er ein afturvendandi trupulleiki, ið felagið saman við SSL, noyðist at finna eina loysn uppá.

 

Løgting og Landsstýrið

Tíðliga á vári 2018 sendi felagið øllum løgtingslimum áminning um, at tørvur var á at raðfesta útoyggjarnar. Í skrivinum vóru øll tey mest átrokandi málini lýst. Bert tveir flokkar vístu hesum ans, og í mai mánaði fingu vit samrøðu við tvey løgtingsfólk.

Politisk undirtøka er altavgerandi

Undirtøka merkir ikki minst, at peningur verður játtaður til neyðugu endamálini, og ítøkilig tiltøk verða framd. Fyrsta fyritreyt fyri hesum er, at tað er undirtøka í Løgtinginum, men ikki minst í Landsstýrinum.

Síðan  felagið varð stovnað í 2001, hevur hetta verið okkara størsta avbjóðing. Tá nýtt landsstýri er skipað, fara vit til verka at ávirka og heita á, men tað býður ikki bøtur, tí hvørja ferð, vit nærkast einum úrsliti, ella framgongd, er tíðin farin, og nýtt landsstýri skipað. Sama kann sigast um landsstýrisfólk, ið vera skift út, og øll prosessin skal í gongd, eina ferð enn.

31. mai 2018 eydnaðist tað fyri fyrstu ferð nakrantíð at fáa fund við eitt samlað Landsstýri.

Málið var at greiða Landsstýrinum frá, hvørjar avbjóðingar eru á útoyggj, og tørvin á ítøkiligum tiltøkum. Alt frá at skipa samferðslu, undirstøðukervið, váðafúsan grunn at fíggja vinnutiltøk, jarðarbrúk og íverksetan umframt skipanir innan heilsuøkið, ið skulu tryggja trivnað á útoyggj. Hetta eru alt mál, ið eru spreidd út á øll málsøki, og tí var umráðandi at savna øll tey, sum varða av hesum evnum, í sama høli.

Tað var okkara vón, at fundurin útloysti størri játtan til eitt nú Landsverk, vágafúsan grunn o.a., men so varð ikki. Tó halda vit, at okkurt okkurt ítøkiligt spurdist burturúr, m.a. hækkað játtan til menning á útoyggj, ábøtur á Hestleiðina o.a. Vónandi fara vit tó at síggja fleiri og ítøkilig framstig í 2019. Allur bati bøtur.

 

Tað, sum liggur fyri framman

Tað mesta av tí, sum er nevnt omanfyri, eru framhaldandi uppgávur at loysa, og eru settar á skrá í 2019. Umboðsráðið, ið telur 9 limir, fer saman við nevndini at fyriskipa og fremja tiltøkini. Tað er ikki løgd nøkur føst skrá fyri, nær tiltøk verða framd, tí felagið er í tí støðu, at vit ikki vita, um vit hava fígging til tað, vit ætla, fyrr enn ein avgerð fyriliggur frá HIMR, um stuðul av játtanini til menning á útoyggj. Okkara vón er, at upphæddin kann tryggja eitt virkið felagsár.

Hesi evni eru við í virkisyvirlitinum

Samferðslan:
í 2019 fer felagið áhaldandi at tosa, skriva og halda fundir, ið eggja til ábøtur á tænastuna hjá Strandferðsluni, og ikki minst at virka fyri, at politiski myndugleikin, saman við SSL fer undir at skifta skipini út. Sum heilt er okkara ynski, at best møguligar loysnir verða funnar til tær einstøku oyggjarnar. Eitt nógv betri og tryggari samband til og frá kemur at skapa vinnu og fólkavøkstur. 

Undirstøðukervið, farmaflutningur, lendingar, kloakir o.a.:
Felagið fer, eins og í 2018, at vísa á alneyðuga tørvir á, at Landsverk fær pening til eina ítøkiliga ”menningarætlan fyri útoyggjarnar”. Hetta merkir, at ein munagóð upphædd verður sett av um árið til Landsverk, sum síðani eftir einum fastløgdum leisti, og í samstarvi við kommunurnar, fer undir at dagføra undirstøðukervið á øllum útoyggjunum. Ein upphædd á 10 miliónur um árið, næstu 10 árini, hevði munað sera væl.  

Bústaðarmøguleikar:
Hetta er eitt evni, ið vit áhaldandi noyðast at vísa á, tí einki hendir á økinum. Tað ber ikki til at menna útoyggjarnar, og at økja um búsetingina, um ongin møguleiki er fyri at fáa tak yvir høvdið. Hetta er ein ítøkiligur og aktuellur trupulleiki fyri allar útoyggjarnar. Politiski myndugleikin, land og kommunur, eiga alt fyri eitt at finna ein leist, har farið verður undir at byggja leiguíbúðir, ella keypa hús, at brúka til endamálið, 2-3 tøkar leiguíbúðir á hvørjari útoyggj, kundi verið eitt byrjunarmál. At stykkja út er eisini átrokandi, umframt at tryggja lagaliga fígging til teirra, ið fara undir at byggja.

 

Matur og framleiðsla (skeið og tiltøk):
Á skránni eru fleiri tiltøk innan mat og framleiðslu. Ætlanin er, saman við Slow Food, at skipa fyri skeiðum, umframt  at taka lut á matmarknaðum, ið liggja fyri framman. Nær og hvar, verður kunngjørt seinni.

Ferðavinna (skeið og tiltøk):
Eins og við matframleiðslu, verður skipað fyri skeiðum og tiltøkum, har endamálið er at tryggja, at tey, sum búgva á útoyggj, fáa kunning, og sjálvi kunnu bera fram tað, sum tey hava upp á hjarta. Málið er at nærkast einari lokalari semju um fyriskipan av ferðavinnuni, á hvørji einstakari oyggj. Tiltøk verða í hvørjari bygd á útoyggj við hesum endamáli. Nær hetta fer fram, verður kunngjørt seinni.

Útoyggjastevna og aðalfundur:
Tað er ikki avklárað, hvar útoyggjastevnan verður í ár. Tað verður arbeitt við at finna út av hesum. Felagið hevur í nøkur ár tosað um, at útoyggjastevna og eitt tiltak saman við aðalfundinum skulu ganga til skiftis, annaðhvørt ár. Møguliga fara vit undir henda leistin í ár. Tað merkir, at vit knýta aðalfundin at einum øðrum tiltaki, ið ikki er ein útoyggjastevna.

 

Felagið tekur altíð ímóti nýggjum limum. Limatekning fer fram við at senda ein teldupost til: utoyggj@gmail.com. Kostnaðurin er 200,- kr. um árið.

 

Aftur






 


 

Sniðgeving og forritan: cre8.fo