Góðalív í Svínoy 4. september

Tíðindi >>
Leygardagin 4. september, skipar Útoyggjafelagið, saman við bygdafólki í Svínoy, fyri hugnaligum degi, við fokus á søgu, samtíð og framtíð í Svínoy. Farið verður til Svínoyar kl. 8.45, úr Hvannasundi, og heimaftur uml. kl. 16.
Svínoy var einaferð ein fólkarík bygd, við nógvum virksemi. Hetta sæst væl aftur í mentanarsøguliga landslagnum, ið svínoyingar seinnu árini hava roynt at hjúkla um, og í stóran mun fingið aftur til heiður og aðru.
Ferðast verður í umhvørvinum, saman við lokalum frásøgufólki at vitja støð, har søgurnar eru, og sporini standa eftir í landslagnum, bøur, hús og bátar. Vit vitja 100 ára gamla urtagarðin hjá Elsebeth Malenu, ið tann dag í dag, er serstakur, við alskyns gróður. Síðani fara vit út til svimjihylin, har eldsálir eru í holt við at skapa møguleikar fyri góðum
upplivingum, ið vakra umhvørvinum her.
Hugleitt verður um teir møguleikar, ið ferðavinnan kann geva, og hvussu hetta kann stuðla undir góðalív í Svínoy. Góður matur er partur av tiltakinum, morgunmatur og heitur rættur, gjørt burtur úr lokalum rávørum.
Luttøkan er avmarkað til 40 fólk, og tí er neyðugt at tekan seg, við at senda ein teldupost til: utoyggj@gmail.com.
Kostnaðurin er 250,- kr. og peningurin fer óskerdur til felagið, ið skal reka svimjihylin.
Aftur






 


 

Sniðgeving og forritan: cre8.fo