|
Talan er um sera áhugavert tilfar, ið lýsir hugsanina hjá teimum, sum búgva á útoyggj og eru tilknýtt útoyggjunum, ikki minst tí tað eru heili 106 fólk, ið hava svarað spurningunum. Úrslitini frá kanningin verður nú greina neyvari, og kemur út til almenningin seinni í ár, umframt skal tilfarið brúkast í arbeiðinum hjá Løgmálaráðnum, at gera eina eftirmeting av støðuni á útoyggjunum. Eitt arbeið, ið vit vóna fer at føra til at eina heildarætlan, við átøkum, ið fara at styrkja útoyggjarnar sum heilársbúsettar oyggjar. Skráin á evnisdegnum er henda: 11:30 - 12:30 Ábit 12.30 - 12:35 Vælkomin 12:35 - 12:45 Innleiðandi orð, Torbjørn Jacobsen, formaður, Kommunufelagið 12:45 - 13:10 Kommunuskipanin og smáplássini, Eyðun Christiansen, Kommunufelagið 13:10 - 13:30 Royndir á smáplássum, Olga Biskopstø, námslektari, Setrið, og samskipari í Útoyggjafelagnum 13:30 - 13:50 Kaffisteðgur 13:50 - 14:10 Bygdir, sum fólkaræðiligir stovnar, Bárður Larsen, løgfrøðingur, Setrið 14:10 - 14:30 Kommunustødd og fólkaræði, Beinta í Jákupsstovu, professari 14:30 - 15:30 Kjak og taka saman um. Orðstýrari, Jón Brian Hvidtfeldt, tíðindafólk Tiltakið er alment og ókeypis! |