Livandi mentan í Svínoy í gjár

Tíðindi >>

Eitt stak væl eydna og hugnaligt tiltak í Svínoy í gjár. Lærarahúsið var karmur um framsýning av lutum og myndum um torvskurð, og nógvar áhugaverdar hugleiðingar vóru um, hvussu svínoyingar hava lívbjarga sær í øldir, har torvið var ein av týðandi táttunum.

Eldurin var avgerðandi fyri lívið og menningina her á landið. Við ongum trøðum, gjørdist mógvurin grundarlagið. At duga kynstri at skera og turka torv, var ein lærdómur, ið gekk úr ætt í ætt, og enn eru tað fleiri í Svínoy, ið duga hetta.
Brøðurnir Óli og Jógvan Edmund hugleiddu og skóru torv, Regin Olsen og onnur, ið vóru til staðar, greiddu eisini frá upplivingum og søgum.
Eftir ein góðan morgunmat frá Eydnu Sundsstein á Geilin, var farið niðan í Longugrønu at skera torv. Vit fingu kunnleika til allan framfarðarháttin, frá at sera omanav til at seta torvurnar at turka. Alt hevur síni heitir og øll mannagongdin siðbundin.
Sólin skein og hugalagið var gott, og øll fingu møguleikan at royna kynstri.
Heimkomin fingu vit góða ferska súpan, skinsakjøt og annað gott, ið útoyggjarnar altíð hava at bjóða.
Tað var eisini pláss fyri kjakið um grøna orku og framtíðar ætlanir. Málið er nú, at framsýningin stendur uppi í Lærarahúsinum til miðjan august. Visitnorðoy veitir kunning, m.a. um nær tað er gjørligt at síggja framsýningina og at sleppa at skera torv.
Verkætlanin Torv í Svínoy, sum er fíggja av LIVIND endar í august. Eftir hetta heldur verkætlanin fram, sum partur av tiltakinum hjá Útoyggjafelagnum Livandi mentan og ferðavinna á útoyggj. Til hetta endamálið, er ynski um, at brúka gamla skúlan, ið skal gerast til savn og kunningarmiðstøð.

 

Aftur






 


 

Sniðgeving og forritan: cre8.fo