Tað er gott handalag og góðar matvørur av útoyggj, ið mynda tiltakið Livandi tilfeingi 2022. Tað er 6. árið á rað, at hetta tiltakið verður fyriskipa í Perluni og Reinsarínum í Havn.
Útoyggjafelagið sær hetta tiltak, sum ein pallur hjá m.a. útoyggjafólki, at selja og marknaðarføra matvørur og handverk, og fáa íblástur til framleiðslur. Í ár eru fleiri enn 20 framleiðarar við, og mathandverkið er væl umboðað. Men sjálvandi tekur Joel Cole, við sínum trælista handverkið lut og Føroya Grótvirkið, ið hava verið við øll árini. Umframt mat, træ og grót, eru tekstil, ull, smúkkur og aðrir príðislutir til sølu, umframt mydprýði úr ull og blómun, alt góðar gávur at leggja undir jólatræði.