Livandi tilfeingi í Kalsoy

Tíðindi >>
Kalsoyggin fagnar livandi tilfeingi!
Komandi hósdag, 5.august, verður Kalsoyggin karmur um serstakan oyggjadag, har vit savnað okkum um staðbundna mat- og listahandverkið.
Søguliga hevur oyggin verið tiltikin fyri gott handverk, og hesin mentanararvur livir enn í besta blóma. Á Trøllanesi er víðagitna jarnsmiðjan hjá feðgunum Mikkjali og Jóhannus, og í Syðradali er verkstaðurin hjá hámetta handarbeiðslæraranum, Paulinu Eliassen. Viðvíkjandi matframleiðslu er Kalsoyggin eisini fyrimyndarlig. Í øllum bygdunum eru raskir bøndur, ið framleiða og selja alt frá kjøtpylsu og gásalivurpostei til rabarbusaft og hvannsalt.
Skráin fyri dagin:
Kl. 10.00 Báturin, Tjørnunes, siglir av Klaksvík til Syðradals
Kl. 10.30 Bussurin koyrir av Syðradali til Húsar
Kl. 10.40 Matur sum ferðaminni: Framløga og kunning uttanfyri løggilda køkin hjá M/B Viljin á Húsum. Vit bjóða kaffi.
Kl. 11.00 Jóhanna Maria Isaksen fortelur um framleiðslu, avbjóðingar og møguleikar við úrdráttum úr rabarbu og urtum.
Kl. 12.00 Bussurin koyrir av Húsum til Trøllanesar
Kl. 12.25 Frá bónda til borðs: Staðbundin miðmáli og vitjan í Smiðjuni á Trøllanesi
Kl. 13.20 Bussurin koyrir av Trøllanesi til Mikladals
Kl. 13.35 Gongutúrur og staðbundin lambssúpan frá Eðge í Mikladali
kl. 14.45 Bussurin koyrir úr Mikladali til Syðradals
kl. 15.10 Handverk og søga: Vitjan hjá Paulinu Eliasen í Syðradali
kl. 16.30 Báturin, Tjørnunes siglir av Syðradali til Klaksvíkar
Luttøkan er avmarkað til 50 fólk, og tilmelding fer fram við at senda okkum eini boð til utoyggj@gmail.com.
Kostnaður fyri luttøku er 350,-. Luttøkugjaldið fevnir um tiltøk, mat og buss á Kalsoynni og ferð við Tjørnunes.
 
Aftur






 


 

Sniðgeving og forritan: cre8.fo