|
At seta gerð av nýggjum ella dagførdum útoyggjaáliti á breddan, er fyri Útoyggjafelagið eitt tekin um vilja til loksins at taka støðuna á útoyggj í álvara. Ella, tað vónar felagið í øllum førum. Orð uttan handling nytta einki, tí tá er arbeiðið burturspilt. Tey í Skúgvi hava rætt í, sum tey siga í Breddanum, at tað gamla álitið lýsir stórt sæð øll viðurskiftið á útoyggjunum og vísir á eina røð av ítøkiligum loysnum uppá trupulleikar, ið útoyggjarnar dragast við. Men hóast tað, so er lítið og einki hent hesi 22 árini síðani Útoyggjaálitið bleiv skrivað, og tað, hóast Útoyggjafelagið og útoyggjafólk hava hildið politisku skipanina til eldin. Tí er heldur onki løgið í at fólk ivast í virðinum av einum nýggjum ella dagførdum útoyggjaáliti, og sum onkur sigur, so kann hetta enn eina ferð verða ein undanførsla til framhaldandi onki at gera. Grundgevingin hjá Landsstýrismanninum Bjarna Kárason Petersen, fyri at fara undir at gera nýtt álit er, at samgongan hevur sett sær fyri at styrkja møguleikarnar hjá útoyggjum at mennast. Og tað er rætt, at gamla útoyggjaálitið var ein góð støðulýsing og sera væl grundað, men tíðin er runnin, og broytingarnar hava verið stórar í samfelagnum. Búskapurin er nógv vaksin og menningin hevur verið stór á stórt sæð øllum økjum. Føroyar eru mentar, bæði bygnaðarliga, tøkniliga og vinnuliga. Men hóast hetta, so eru útoyggjarnar dragnaðar afturúr. Í fleiri førum eru viðurskiftini enntá versna, eins og nýggjar og óloystar avbjóðingar hava tikið seg upp, og tí er neyðugt at finna loysnir við dagsins brillum, og besta útgangsstøðið fyri hesum er vitan, nýggj vitan. Tí metir Útoyggjafelagið at tað er rætt og viðkomandi, at gera eitt nýtt og dagført Útoyggjaálitið, ið kann verða eitt hent amboð hjá hesi samgonguni, og teimum komandi, ikki minst um tað kann eydnast at gera breiða semju um, hvussu farast skal fram. Eitt nýtt álit eigur m.a. at: 1. Stutt at lýsa gongdina síðani álitið í 2001 2. Greina støðuna á útoyggjunum í dag. 3. Vísa á broytingar og avleiðingarnar av hesum. 4. Koma við tilmælum og uppskotum til loysnir. Tað er tó eingin orsøk hjá verandi samgongu at bíða eftir einum nýggjum álitið, tí tað er ríkiligt at taka fatt í við tí, sum er á breddanum hjá samgonguni, eitt nú nýggj skip, bústaðarmenning kring alt landið, heilsutænastur í nærumhvørvinum, betri skipan av ferðavinnuni o.ø., hesum er felagið altíð til reiðar at veita vegleiðing og ráðgeving til. Samstundis stuðla vit undir, at tað ongantíð ov skjótt, verður útvega nýggj og dygdargóð faklig og lokal vitan um, hvussu ein menning av útoyggjunum eigur at fara fram í dag. |