|
Í dag var kravgonga og handan av áheitanum um ábøtur á Samferðsluna. Nólsoyingar, kalsoyingar, skúvoyingar, hestfólk, fugloyingar, svínoyingar, mykinesfólk og aðrir føroyingar stuðlaðu í dag undir kravið um eina betri samferðslu. Hendrik Old tók í móti og vísti á, at tað liggja ábøtur fyri framman, men ikki nakað heilt ítøkiligt, her og nú. Útoyggjafelagið er sera takksamt fyri, at nólsoyingar tóku stig til hetta tiltak, og vóna at tað kann vísa politiska myndugleikanum, at hetta er eitt álvarsmál. Felagið takkar eisini øllum teimum, ið koma og tóku lut í dag. Nú vóna vit, at Landsstýrið samlað, tekur endan, og skipar fyri teimum harðliga tiltrongdu ábótunum, við at játta neyðuga peningin til endamálið :) Henrik Old fekk av at vitaHer eru eitt brot úr ww.in.fo í dag "Tá Henrik Old, landsstýrismaður, fór at finnast at Tórshavnar kommunu, fekk hann av at vita frá mótmælisfólkunum, sum vóru savnaði úti í Tinganesi í dag. Eini 200 fólk vóru savnaði til mótmælistiltakið í Tinganesi í dag móti vánaligu samferðsluumstøðunum hjá teimum, sum búgva á útoyggj... Terji Rasmussen, Kim Hansen, Jóan Jakku Guttesen og Anfinn Nielsen undirhildu, meðan tey 200 mótmælisfólkini bíðaðu eftir landsstýrismanninum. Anfinn Nielsen, sum sang Sirkus Tinganes, hevði eina gávu til samgonguna. Hann hevði keypt teimum eina reyða klovnanøs hvør, sum teir skuldu eiga frá sær. Lukturin av turrum fiski, eplum og vaflum hekk í luftini, meðan tónleikararnir spældu og fyriskipararnir søgdu nøkur orð. Við herrópum sum “Frá Oldtíð til Nútið”, “Bundin er bátleysur maður”, “Fyrr vóru vit gauv, nú eru vit auv”, og “Ternan sigur kri, kri, kri, eg eri avoldað, ger mær frið,” løgdu tey síni krøv fram. Aksel V. Johannesen, løgmaður, var eisini til staðar, og mátti ásanna, at landsstýrið ikki hevði loyst uppgávuna nóg væl, tá so stór mannamúgva kom at mótmæla. Henrik Old segði, at sjálvandi arbeiðir landsstýrið við at finna røttu loysnina upp á samferðslutrupulleikarnar, men at tey hava ráð at bíða nakrar mánaðir meiri ella minni fyri at fáa røttu loysnina. Umboð úr Nólsoy, Hesti og Kalsoynni handaðu landsstýrismanninum skriv, sum lýstu avbjóðingarnar, sum tey liva undir, tá samferðsluviðurskiftini eru so ótrygg. (myndir:Álvur Haraldsen.www.in.fo) |