|
Í morgin verður farið burtur á heiði at skera torv í Svínoy. Umframt torvskurð verður eisini ein framsýning og frásøgn um torvskurð, í søguligum baksíni. Framsýning og frásøgn um torv og torvskurð í Svínoy. Á framsýningini eru m.a. amboð, ið eru brúkt í torvarbeiði og myndir frá gamlari og nýggjari tíð, umframt eldri filmar um torvarbeið.Farið verður eisini burtur á heiði at skera torv, og har verður eisini frásøga. Tiltakið verður í Lærarahúsunum, har eisini okkurt gott føroyskt verður til matnað. SKRÁ:
- Skráin er bert vegleiðandi, tí veðrið hevur nógv at siga.
9:30 morgunmatur
10:30 Vit ganga eystur í Langagrønu
11:00 Eitt lítið torveyga verður skorið og greitt verður frá um torvskurð.
12:00 ella ikki seinni enn 12:30 verður farið heim aftur. Á leiðini verður greitt frá tí vit síggja, serliga í smb við torv og torvarbeiði.
13:00 Miðmáli og torvframsýningin verður alment víst fram við frágreiðing um teir ymsu lutirnar.
- Skráin lagar seg eftir veðrinum, soleiðis at vit verða longri úti, um veðrið verður gott.
Vegna arbeiðsbólkin
Aftur |