Støðin skal skipa staðið

Tíðindi >>

Stundin er komin at skipa ferðavinnuna lokalt.  “Vit sum búgva á útoyggj, skulu ikki standa á síðulinjuni, meðan ferðavinna kemur við risalopun inn á okkum”, var m.a. sagt í kjakinum um ferðavinnuna, á útoyggjadegnum 24. august á Kalsoynni. 

Tað er avgerandi neyðugt, at oyggin samstarvar um at fáa sum best burtur úr ferðavinnuni, og tað má ikki kennast sum ágangur, tá ferðafólk koma í túnið, soleiðis sum nøkur kenna tað kring landið.    

Ein ferðavinna á útoyggj, skal stuðla undir heilársbúseting, hon skal vera jalig og gagnlig og styrkja eitt nú matmentanina, siðbundna handverkið og kunnleikan til siðvenjur, veiðu, hendingar og søguna í oynni.

Ein væl skipað ferðavinna skapar størv, inntøku, trivnað og oyðileggur ikki náttúr og umhvørvi.

Á útoyggjadegnum í Kalsoy 24. august, var avgjørt at gera eina roynd, at finna eitt felags stev fyri skipan av ferðavinnuni á útoyggj. Full semja var um, at tey sum búgva í oynni, skulu hava stýringina.

Fyri at kunna gera hetta, var uppskot um, at hvør oyggj skipar eina “ferða-støð”.

Uppgávan hjá støðini verður m.a., at samskipa alla ferðavinnuna í oynni, at umboða alla íbúgvar, ið bjóða seg fram í ferðavinnuni, at veita kunning um avmarkingar, ábyrgd og møguleikar og geva kort og kunning út, sum er góðkend av bygdafólkinum. Øll gjøld fyri gongu í haga verða skipað umvegis FERÐA-STØÐINA. Øll ferðafólk, sum koma til oynna, gera tað umvegis FERÐA-STØÐINA. Ferða-støðin byggir á samstarv millum bygdafólkið, kunningastovurnar, kommunurnar o.o. viðkomandi.    

Fremjan:

Útoyggjafelagið og fakfólk innan ferðavinnu, gera eitt uppskot til leist fyri BYGDA-STØÐINA. Uppskotið verður lagt fram á bygdafundi – har tað saman við mobiliserandi tiltøkum verður funnið ein semja um leistin. Tiltakið verður í fyrsta umfarið, royndarkoyrt á 2 oyggjum. 2 lønt starvsfjólk skulu tryggja virksemi. Land, kommunur og Visitfaroeisland fíggja uppskotið og royndarverkætlanina.

Aftur






 


 

Sniðgeving og forritan: cre8.fo