Í góðveðrinum í gjár, var aðalfundur felagsins hildin í Skúgvi. Á fundinum var nevndin afturvald, og umboðsráðið skipað við nærum somu manning.
Í nevndini sita: Óla Jákup úr Dímun, formaður, Olga Biskopstø, og Marius á Geilini.
Í umboðsráðnum sita: Jóhanna M.H.Lydersen, Hattarvík - Andras í Frammistovu, Kirkju - Óli á Geilini, Svínoy - Anja Eliasen, Trøllanes - Magnus Eliasen, Mikladalur - Jóhanna Maria Isaksen, Húsar - Katrina Johannesen og Leila Egholm, Mykines, Erla Matras Jensen, Hestur - Harry Jensen, Skúgvi og Jógvan Jón Petersen, Stóra Dímun.
Á fundinum var avrátt, at felagið komandi árið, skal leggja dent á hesi trý høvuðsevnið, 1. kommunuviðurskifti, 2. samferðsluviðurskifti og 3. dagføring av útoyggjaálitinum. Málið er at útoyggjarnar fáa betri tænastu, og at vitanin um støðuna hjá útoyggjunum verður dagførd.
Í Skúgvi var blíðskapurin stórur, og fundurin var hildin í Brúgvafjósinum, sum er hølið hjá Fornminnafelagnum í Skúgvi. Eitt umhvørvi, ið ætlandi skal húsa bygda- og náttúrusavni, og skal vísa á ríku bjargasøguna í oynni.
Aftur |