|
Í hesum døgum er kjak í miðlunum um, at útlendingar spyrja eftir húsum á útoyggj, og hvørjar avleiðingar hetta kann fáa fyri útoyggjarnar. Spuringinurin er eisini, hvat føroysku myndugleikarnir eiga at gera við hetta. Útoyggjafelagið hevur eina greiða støðu í hesum máli, og hon er, at tað tørva lógir og reglugerðir á økinum, sum tryggjar búsetingina á útoyggj, og ikki minst møguleikan hjá teimum lokalu og teirra eftirkomarum, at ogna sær eina íbúð í bygdini. Felagið metir, at tað treytir eiga at setast teimum sum eiga hús, og ikki búgva á staðnum, hetta kann vera t.d. heil ella partvís bústaðarskylda, ella at tað fall gjøld til tey sum eiga, um tey ikki ynskja at leiga út. Hetta krevur at land og kommunur skapa henda møguleika, og saktans kundi tað verið tóm hús í bygdunum, ið kundu verið brúkt til endamálið. Men, sum við so nógvum, so er lítil og ongin almenn planlegging á hesum øki, og helst eru tað fleiri ung, ið hava sett búgv á meginøkinum, hóast tey kundu hugsa sær at búð á útoyggj. Krøvini hjá bankunum til eginpening og trygdir til íløgur á útoyggj eru so stórar, at útoyggjafólk og ungdómar sjáldan klára at liva upp til hetta, og tí fáa tey allar flestu avslag. Hesar umstøður stuðla ikki undir fjølbroyttari búseting og eru ikki við til at menna útjaðaran í Føroyum, tað nýtast ikki fleiri kanningar til at staðfesta tað. Nú talið á útlendingum, ið vilja ogna sær hús á útoyggj og í útjaðaranum økist, kemur hetta at vera í kapping við fólk á meginøkinum, ið ynskja sær tað sama. Hetta fer at økja prísin á ognum á útoyggj enn meira, og skumpar tey lokalu og við tilknýti longur burtur í røðini til ein bústað. Avleiðingarnar kunnu øll longu nú rokna út, men samfelagið velur at lata eygu og oyru aftur fyri tí veruligur gongdini, og bíða til veruleikin er ítøkiligur - og tá er sjálvsagt ov seint. Aftur |