|
Útoyggjafelagið var stovnað 13. desember 2001, eftir at aðalorðaskiftið hevði verið um støðuna á útoyggj í Løgtinginum. Grundarlagið undir felagnum var Útoyggjaálitið, ið var ein støðulýsing av útoyggjunum, umbiðin av táverandi løgmanni Anfinn Kalsberg. Útoyggjanevndin, ið stóð av umboðum fyri allar útoyggjar og Gásadal, setti seg saman, eftir at arbeiðsuppgávan við álitinum var endað, og avgjørdið at halda fram við arbeiðinum, ið útoyggjaálitið hevði lagt lunnar undir. Endamálið við nýstovnaða felagnum var, at stuðla undir menning á útoyggj, og verða talirør fyri tey búsettu. Hesa uppgávu hevur felagið røkt síðani. Hesi 20 árini felagið hevur virkað, er mesta orkan farin til at heita á myndugleikarnar um at bøta um tænasturstøðið á útoyggj, tað verið seg innan samferðslu, undirstøðukervið, heilsu, skúla og búseting, vinnu v.m. Felagið hevur eisini haft nógv virksemi, ið hevur haft sum endamál, at geva íblástur til tiltøk innan vinnu og sosialan trivnað. Fíggjarliga hevur felagið haft sera lítla orku, og hetta hevur avmarkað virksemi munandi. Sama kann sigast um virksemi á útoyggj, at tað hevur verið nærum ógjørligt at fáa fígging til íløgur. Felagið metir, nú 20 ár eru farin, at vit hava megna at samansjóva útoyggjarnar og gjørt tær sjónligar í føroyska samfelagnum. Í dag verða útoyggjarnar mettar sum spennandi ferðamál, og fleiri síggja aðrar møguleikar á útoyggj, eitt nú eru tað fleiri ungfólk, ið ynskja at fáa møguleikan at búseta seg har, tá íbúðir verða tøkar. Virksemi hjá felagnum er nærri lýst í Glóðini nr.13, ið liggur í vinstra geira á síðuni :) Aftur |