Útoyggjafelagið framá

Tíðindi >>

Nú útoyggjastevnan og aðalfundur eru løgd aftur um, fer Útoyggjafelagið undir tær uppgávur, sum eru settar út í kortið fram til næsta aðalfund.

Fyrsta uppgávan er at fáa Glóðina út kring landið. Glóðin kann eisini heintast sum PDF her á heimasíðuni.

Fyrsta uppgáva felagsins, er at fáa bøtt um viðurskifti kring farmaflutning. Umframt nógv ivamál kring farmaflutning, so er kostnaðurin alt ov høgur, hetta forðar vinnuligt virksemi á útoyggj og ger tað sera trupult at fara undir at umvala ella gera íløgur í nýbygging. Henda trupulleika hevur felagið í fleiri førum lagt fyri Vinnumálaráðið, men fer nú at leggja áherðslu á, at fáa neyðugar broytingar framdar

Arbeitt verður saman við Atlantsflog, um nýggja bókingarskipan í samband við tyrluflúgvingina, hetta arbeiðið heldur fram, og vóna vit at ein nýggj skipanin verður royndarkoyrd í september.

Felagið fer at leggja seg eftir, at fáa fleiri við í tiltakið, at framleiða lokalar vørur til ferðavinnuna, men eisini í størri mun at fáa økt um framleiðslu av matvørum á útoyggj. Felagið luttekur í fleiri verkætlanum, sum hava vit matframleiðslu at gera, og tað skal virka fyri, at fleiri á útoyggj fáa møguleika at luttaka í skeiðum og øðrum tiltøkum í Føroyum og uttanlands

At tað verður val til Løgtingið í ár, ger at felagið fer at leggja seg eftir at lýsa og kjaka viðurskifti, ið kunnu bøta um umstøðurnar at búleikast á útoyggj. Tað er okkara vón, at tey sum vera vald, fara at vera jalig og vísa í verki, at tey stuðla undir at allar útoyggjar, eisini í framtíðini vera búsettar.

Á aðalfundinum 4. juli í ár, var nevndin afturvald. Í starvsnevndini eru: Óla Jákup úr Dímun, Esbern í Eyðansstovu og Olga Biskopstø. Umboðsráðið er samansett soleiðis: Johanna Hansen, Hattarvík. Andras í Frammistovu, Kirkja. Óli á Geilini, Svínoy. Anja Eliasen, Trøllanes. Magnus Eliasen. Mikladal. Magni Garðalíð, Húsar. Katrina Johannesen, Mykines. Kartin Lenvig, Hestur. Harry Jensen Skúgvi og Jógvan Jón Petersen, Stóra Dímun.

Øll kunnu gerast limir í felagnum. Tekning fer fram við at senda ein teldupost til utoyggj@gmail.com.

Myndin framman, er málningurin Morgunsól (1947), hjá Sámal J. Mikines. Brot av henni, er eisini brúkt sum forsíðumynd í Glóðini nr. 11. 

 

 

 

Aftur






 


 

Sniðgeving og forritan: cre8.fo