Útoyggjar, ferðavinna og framburður

Tíðindi >>

Leygardagin 24. august verður Kalsoyggin karmur eitt tiltak, ið setur fokus á ferðavinnu og framburð á útoyggjunum. Hetta tiltak kemur í staðin fyri útoyggjastevnuna, ið var avlýst í ár. Aðalfundur felagsin verður hildin í bygdarhúsinum á Húsum sama dag. 

Innbjóðingin til tiltakið sær soleiðis út: 

Hjartaliga væl komin til ein kveikjandi dag á Kalsoynni, leygardagin 24. august 2019.

Vit byrja kl. 10 og enda uml. 22. - Tiltakið er ókeypis.

Endamálið við degnum er at samansjóða, kjaka og finna eitt felags stev í mun til avbjóðingarnar á útoyggj, eitt nú í ferðavinnuni.

Árligi aðalfundurin hjá Útoyggjafelgum er eisin á skránni.

(Sam siglir av Klaksvík kl. 8.00 og 10.00 og fer av Syðradali aftur kl. 14.20, 17.35 og 22.35)

Skrá fyri dagin (smávegis broytingar kunnu koma)

10.00 – 11.00: Morgunmatur í skúlanum á Syðradali

11.00 – 11.15: Framløga/OB “Soleiðis er íbúgvarstøðan á útoyggj nú!”

11.15 – 11.35: Poulina Eliasen greiðir frá sínum serstaka ferðavinnuvirksemi á Syðradali

11.40: Bussur flytur okkum til Húsar

12.00 – 13.00: Aðalfundur hjá Útoyggjafelagnum

13.10 – 13.30: Møguleikar, forðingar og ætlanir við ferðavinnu á Húsum. JMI og MG.

13.30: Bussur flytur okkum til Mikladals

14.00 – 15.00: Í bygdarhúsinum í Mikladali – ”Samstarv í ferðavinnuni og hvussu skipa vit ferðavinnuna lokalt?” framløga og kjak. Har verður eisini borðreitt við heitari suppu og breyð.

15.00 – 15.30: :Farið verður oman at heilsa uppá kópakonuna

15.30: Bussur flytir okkum norður á Trøllanes, fyrst í Kallsgarð

15.30 – 16.15: Jóhannus greiðir frá Smiðjuni og ferðavinnuvirkseminum á Kallsgarði

16.15 – 17.10: Eyðun og Anja greiða frá tørvinum á nýhugsan, fyri at kveikja yngra ættarliðið

17.30: Bussur flytur okkum aftur til Húsar, í bygdarhúsið

18.00 – 18.40: Vit taka saman um, og velja 3 – 6 punktir, ið semja er um, at virka fyri.

19.00 – 21.00: Døgurði í bygdarhúsinum við undirhaldi og hugna.

21.00 – 22.00: Farið verður upp á gólv –

22.35 – Sam ferð av Syðradali til Klaksvíkar, har bussur fer til Havnar, og aðrastaðni eftir avtalu.

 

 

 

 

 

Aftur






 


 

Sniðgeving og forritan: cre8.fo