Útoyggjarnar fyri tey priviligeraðu

Tíðindi >>

Sum gongdin er í dag á útoyggj, ganga bert fá ár, til útoyggjarnar ikki eru búsettar longur, men spælipláss hjá nøkrum fáum priviligeraðum borgarum.   

Tey, sum búgva fast á útoyggj, hava í stóran mun vánaligar, og til tíðir sera avbjóðandi umstøður at liva undir í gerandisdegnum. Her verður víst til m.a. samferðslu, farmaflutning og aðrar tænastur. Tað eru stutt sagt ov fáir fyrimunir hjá teimum búsettu í mun til teir vansar, sum eru.

Vinnuvirksemi er trupult, fyrst og fremst at fáa fígging til íløgur, harnæst vansar við flutningi o.ø. Tað er ikki gjørligt hjá yngra ættarliðnum at seta búgv, tí tað eru ongir bústaðir og ikki møguleiki at fáa grundstykkir ella leiguíbúðir.

Lættast er hjá teimum, ið hava bústað og arbeiða aðrastaðni, hjá teimum við resursum, bæði fakligum og fíggjarligum, at keypa sær hús og jørð á útoyggj, og at seta ferðvinnuvirksemi í gongd. Har summarhúsútstykking er, er eisini gjørligt at byggja hús við øllum hentleikum til útleigan.

Henda støða ber við sær ein sosialan ójavna. Og sum frá líður, kemur hesin ójavni at gerast alsamt sjónligari, tí tey, sum búgva fast á útoyggj, hava bert tað sum er á staðnum at ráða yvir, og noyðast at liva við teimum avmarkingum, tað hevur. Ofta er viðlíkahaldsarbeiðið og at røkja bø og haga størsti partur av virkseminum, meðan nøkur megna at hava eitt sindur av ferðavinnu afturat, umframt tey, sum fara av oynni at arbeiða.

Tann sosiali ójavnin uppstendur í samanrenningini millum tey, sum koma uttanífrá, við resursum, og tey á staðnum við fáum resursum. Umframt tað, skulu tey fastbúgvandi fáa ein gerandisdag at hanga saman, alt árið, men teimum, sum ikki búgva á staðnum, tørvar bara besta partin av árinum.

Tað eru nógvar orsøkir til skeivu gongdina, men fyrst og fremst er tað atgerðarloysi frá politisku skipanini í Føroyum í áratíggjur. Hóast óendaligar ávísingar á skeivu gongdina, er onki gjørt. Vantandi tilrættalegging og lóggeving á flest øllum økjum, her verður serliga hugsað um bústaðarøkið, jarðarlóggávu, umhvørvislóggávu, tænastuveitingar o.a.

Tað er eisini sannlíkt, at vantandi lokaldemokrati og fígging til sjálvi at standa fyri bygdamenningini  er ein orsøk til, at smáplássini vikna.

Tað var ein vón at hóma, tá ferðavinnan tók seg upp, at hon kundi skapa fíggjarligar møguleikar fyri smáplássini. Men nú tykist tað, sum at ójavin í umstøðunum hjá teimum fastbúgvandi, í mun til orkuna hjá øðrum borgarum í landinum, kemur at køva verandi búsetingar.

Tað er ein avtofting ávegis. Føstu búsetingarnar á útoyggj koma at verða avloystar av summarhúsum og ferðavinnu, rikin av meginøkinum.

Um hetta er tað, sum Føroyar ynskja, so er lætt at skipa fyri, tí framhaldandi “onki” at gera við støðuna borgar fyri, at so verður.

Er hetta ikki eitt ynski, er neyðugt at gera munandi ábøtur á umstøðurnar her og nú.

 

Aftur






 


 

Sniðgeving og forritan: cre8.fo