Útoyggjastevnan 2016 verður í Hesti 28. mai

Tíðindi >>

Í ár verður árliga útoyggjastevnan hildin úti í Hesti, og dagurin er 28. mai. Sama dag skipar Tórshavnar kommuna fyri ”oyggjadøgum” og Útoyggjafelagið hevur valt, at skipa stevnuna saman við hesum tiltaki.

Tórshavnar kommuna fer at bjóða útferðir til Hestur, Koltur og Nólsoyar, og tiltøk verða skipað á oyggjunum, í samband við hetta. Útoyggjafelagið fer at leggja onkur tiltøk afturat skránni í Hesti, umframt tann árliga aðalfundin hjá felagnum.

Skráin í Hesti 28. mai, eins og ferðaætlan, verða kunngjørd seinni, men málið er, at skipa ein dag, har hestbygd er í fokus, og tað sum Hestur hevur at bjóða av vakrari náttúru, ríkari søgu og mentan og ikki minst mati og heimavirkið.

Væl komin út í Hest, til gaman og álvara, leygardagin 28. mai.

Aftur






 


 

Sniðgeving og forritan: cre8.fo