|
Leygardagin 20. mai kl. 10 fer verkætlanin Torv í Svínoy av bakkastokki. Tiltakið verður hildið á Gamlagarði. Málið er at lýsa torvskurð sum eitt mentanarsøguligt tiltak, eitt handverk, ið hevur lívbjarga svínoyingum í øldir. Verkætlanin skal eisini kveikja undir kjak um burðardygd og hugin at fremja nýggjar og grønar orkuloysnir í Svínoy. Verkætlanin Torv í Svínoy er partur av norðurlendsku og baltisku verkætlanini LIVIND (Creative and Living Cultural Heritage as a Resource for the Northern Dimension Region), og verður framd í samstarvi millum Útoyggjafelagið, bygdafólk í Svínoy og Tjóðsavnið. Tiltakið kemur at fevna um frásagnir um torv og framvísingin av torvskurði, og skal gerðast liður í menning av oynni, styrkja samstarvið í bygdini og virka fyri trivnaði. Sunnvá Asano leiðir verkætlanina í samstarvi við Útoyggjafelagið og við verkætlanarbólkin: Ferðavinna í Svínoy. Tey sum fíggja verkætlanina eru LIVIND og Útoyggjafelagið, og Klaksvíkar kommuna stuðlar verkætlanini við at lata hølir til tiltøkini. Partur av Unesco Lokalt hevur verið arbeitt við at eyðmerkja mentanarlig sermerki, rák og møguleikar fyri menning. Í Føroyum bleiv ullavirkan og torvskurður í Svínoy tættir í verkætlanini. Búnaðarstovan og Útoyggjafelagið hava fingið fígging frá LIVIND til hesar pilotverkætlanir. Torv í Svínoy kemur framhaldandi at gerast partur av tiltakinum Lokal ferðavinna í Svínoy. Tilsamans eru gott og væl 20 pilotverkætlanir settar í verk í øllum norðurlendska og baltiska økinum.
Ritan fer úr Hvannasundi kl. 8.45 og úr Svínoy aftur millum 15.00 og 16.00. |