Arbeiðsætlan

Mál

2007-2008
Umboðsráðið hevur sett sær sum mál, at felagið fram til komandi aðalfund arbeiðir við teimum viðurskiftum og evnum, ið nevnd eru niðanfyri.

Tað er starvsnevnd felagsins, ið hevur sum uppgávu at føra arbeiðsætlanina út í lívið. Á aðalfundinum í Hattarvík var víst á, at felagið skal "rópa harðari" tí støðan á útoyggj er so hættislig nú, at tað má nakað henda alt fyri eitt, so avtoftan ikki gerst veruleiki.

1. Arbeiðast skal málrættað við at menna vinnumøguleikarnir á útoyggj. Hetta skal m.a. gerast við at byrta upp undir og eggja til vinnuframatiltøk. Tey tiltøk sum eru ávegis skulu stuðlast við at veita vegleiðing, skeið o.a.
Roynt verður framhaldandi, at fáa Innlendismálaráðið at fíggja ætlaðu menningarætlanina, ætlanina við framleiðsluhúsið, umframt at skipa fyri at grunnur verður settur á stovn, sum kann stuðla ígongdsetan og veita lagalig lán til vinnutiltøk á útoyggj.

2. Samferðslu- og samskiftis viðurskiftini skulu ikki versna, men batna munandi. Tað er sera týdningarmikið, at veitanarskilda, sum nú er áløgd almennum tænastum, ikki verður avtikin, nú arbeitt verður við einskiljingum. Talan er t.d. um tænastur, sum Farmaleiðir, Postverkið, Føroya Tele o.o veita í dag. Tað er umráðandi at tryggja, at vinnuvirksemi og møguleikar fyri íverksetan ikki verða skerdir orsaka av ov lágum tænastustøðið.

3. Tyrluflúgvingin til útoyggjarnar skal framhaldandi bøtast. Tyrlan skal flúgva oftari, og túrarnir mánadag, sum komu afturat í 2005, skulu vera alt árið. Umfram hetta skulu dupulttúrar skipast til allar útoyggjarnar. Hesir dupulttúrar skulu skipast soleiðis, at tað ber til at vera á meginøkinum í nakrar tímar hesar dagar. Hetta tryggjar, at møguleiki er fyri at gera neyðug ørindi á meginøkinum, uttan at noyðast at vera har í fleiri dagar.

4. Samferðslukervið, lendingar og vegir m.a í Mykinesi, á Kalsoynni, Svínoy,Skúgvi og Koltri skulu áhaldandi bøtast, og peningur setast av til tær verkætlanir, sum eru í umbúna, hetta skulu vit áhaldandi minna myndugleikarnar um, so vónandi fer nakað munagott at henda á hesum økið í 2008.

5. Útoyggjaskúlin skal reformerast. Skipast skal fyri, at útoyggjaskúlin verður samskipaður við meginskúla, hetta fyri at tryggja eitt hægri fakligt støði, fjølbroytni og størri trivnað. Samskiftið viða internet, skeiðskipan og flokssamstarv, sum gongur báðar vegir skal gerast partur av ætlanini.
At ganga í skúla í heimbygdini skal vera lógartryggjaður rættur tey fyrstu skúlaárini og framhaldsdeild skal vera eitt tilboð.

6. Arbeiðast skal fyri, at ferðavinnan gerst ein møguleiki á øllum útoyggjunum. Tiltøk skulu fremjast m.a. kunning um framferðarháttir og møguleikar, og heitt verður á tey sum búgva á útoyggj, um at standa saman um at fáa økta úrtøku burturúr ferðavinnuni.

7. Trivnaður - og hvussu vit tryggja trivnað og gott samstarv á útoyggjunum, er eitt av teimum afturvendandi evnunum, sum felagið viðger. Tað er ein sannroynd, at klandur og stríð viðførir misstrivnað og støðgar framburði. Fyri at fora fyri at slíkt fær fastatøkur, er alneyðugt við felags tiltøkum og málrættaðum arbeiði fyri at savna bygdafólkið um felags verkætlanir. Tí miðar felagið ímóti at skipa fyri tiltøkum, sum savna tey sum búgva á útoyggj til mentanarlig og onnur tiltøk.

8. Vit fara framhaldandi at minna politiska myndugleikan á, at oljutunnurnar mugu hvørva, í staðin skal nýggj skipan við olju í størri tangum koma at virka alt fyri eitt. Miðast skal eisini eftir, at alternativ orka kemur at fáa ein størri leiklut á útoyggj. 

9. Útoyggjastevnan verður í Mykinesi 2008. Tað vera íbúgvarnir í Mykinesi saman við Útoyggjafelagnum, sum skipa fyri.

 






 


 

Sniðgeving og forritan: cre8.fo