Framleiðsluhús

Í summar, 2009, verður helst seinasta hond løgd á fyrsta framleiðsluhúsið í verkætlanini "Framleiðsluhús á útoyggj". Fyrsta húsið verður í Stóru Dímum.

Fyri kortum gjørdist tað greitt, at Innlendismálaráðið hevur gingið umsóknini, um at stuðla verkætlanini "Framleiðsluhús á útoyggj" á møti. Talan er um ein stuðul á eina millión krónur.

Útoyggjafelagið fegnast um hesa avgerð hjá IMR, og takkar fyri sýndan vælvilja. Nú verður farið undir at fyrireika framhaldandi bygging av framleiðsluhúsum. Hvar næsta húsið verður, er ikki greitt, men helst verður tað í Skúgvi, síðani Fugloy, á Húsum osfr.

Nú eru nøkur ár liðin, síðan Útoyggjafelagið byrjaði arbeiðið við at fáa framleiðsluhús á útoyggj, og sum sagt, er nú komið verulig gongd á hesa verkætlan. Tekningar eru gjørdar soleiðis, at hvør einstøk oyggj velur hvat henni tørvar mest, m.a. um tað skal vera køkur, slátur og goymsla osv. At byggja í eindum/modulum ger, at hvør oyggj kann laga loysnina til teirra tørv.

Sum sagt, er stóra avbjóðingin nú, at fáa húsið í Stóru Dímun liðugt, síðani standa hinar oyggjarnar fyri tørni. At áhugin er tórur fyri hesum framleiðsluhúsum skerst ikki burtur. Orsøkin er, at munandi meira kann fáast burtur úr tilfeinginum í oynni. Umstøðurnar at hagreiða, og framleiða alt árið umframt møguleikin at selja vørurnar fyri hægri prís, gerast væl betur. Hetta kemur í seinasta enda at viðføra, at tað verður lættari at lívbjarga sær á útoyggj, og tí er hetta ein týdningarmikil íløga í útjaðarin.  






 


 

Sniðgeving og forritan: cre8.fo