Nordic Delight

Miðan august í 2008, skipaði Útoyggjafelagið, saman við norsku Anne Siri Brandrud og Hanne Frosta, frá verkætlanini Nordic Delight í Noregi fyri einari verkstovu um “ferða-vørur" ella "vørumenning”.

Tey, sum teknaðu seg til verkstovuna, fingu høvi, at læra, hvussu til ber at menna nýggjar og øðrvísi vørur burtur úr traditionellum rávørum og tilfeingi í nærumhvørvinum.

Verkstovan var løgd soleiðis til rættis, at luttakararnir sjálvir fingu til vega rávøruna og mentu hugskot um, hvussu hon kann gagnnýtast. Verkstovuleiðararnir gav hollan kunnleika um framleiðslu og kokkakynstur, m.a. fekk Hanne Frosta fyri kortum heiðurstekin fyri at vera besti norski kokkurin, ið gagnnýtir lokalar rávørur.

Tá verkstovan endaði, var eitt tiltak, har úrsliti var sýnt fram.

Henda verkstova var partur av verkætlanini Nordic Delight, ið Útoyggjafelagið luttekur í. Verkstovan hevði eisini sum endamál, at kunna um Nordic Delight og harvið gera okkum betur før fyri at taka støðu til luttøku í høvuðs verkætlanini.

Skeiðið var hildið á Kokkaskúlanum í Klaksvík. Málið var, at hvør einstakur luttakari fekk høvi at spenna seg út og gera royndir. Hetta bar eisini sera væl til, tí luttakaratalið var avmarka.

Hvat er NORDIC DELIGHT?



Nordic Delight - er ein verkætlan, ið hevur tað endamál at skapa nýggj netverk og nýggjar samstarvshættir, sterkan samleika og at gagnnýta virðini í nærumhvørinum. Málið er at hava eitt úrval av fyritøkum í Føroyum, Íslandi, Noregi, Svøríki og Finnlandi, ið skulu samvinna um at skapa nýggjar tænastur og nýggjar vørur við høgari góðsku, ið hava røtur í norðurlendsku bygdasamfeløgunum, at nýta í einari framkomnari altjóða ferðavinnu

Væl nøgdir luttakarar á Skeiðnum "Nordic Delight" august 2008

Undrandi og væl nøgd - hetta var niðurstøðan av verkstovuni, ið Anna og Hanna úr Noregi hildu fyri fólki av útoyggj í seinastu viku.
Øll tey luttakandi vóru samd um, at hetta var nakað nýtt og sera spennandi. At gera urtasalt burtur úr hvonn og bótarurt, at framleiða pesto úr arva, og gera salat burtur úr ókrúti - tað má roynast.
Seyðakjøt úr Fugloy, lundi av Viðareiði, havestur úr Hvannasundi, livur av Húsum og fiskur frá Fiskamarknaðinum, vóru millum tær rávørur, ið vóru hagreiddar á Kokkaskúlanum í Klaksvík, hósdagin og fríggjadagin í farnu viku. Urtir úr haga og fjøru, tari, hvonn, rabarbir og øl, alt funni, fanga, fiska ella framleitt í lokaløkinum.
Burtur úr øllum hesum spennandi rávørunum, fingu útoyggjafólk høvi at framleiða og royna seg í kokkakynstri. Næmingar og lærarar á kokkaskúlanum fingu eisini høvi at luttaka.
Meistarakokkurin Hanne Frosta úr Bergen og Anne Siri Brandrud stóðu fyri undirvísingini, og vóru sera hugkveikjandi. Tær vísti luttakarunum á allar teir mongu møguleikarnar, ið vit eiga, men als ikki gagnnýta.
Tey sum ferðast í fremmandum londum, vita, at útboðið av matvørum í krukkum, posum, fløskum o.ø. er sera stórt, og nógv keypa hesar vørur heim við til familju og vinir, sum eitt ferðaminni. Tað er ein marknaður fyri slíkum vørum, men enn hava vit í Føroyum ikki sæð henda møguleika, ella vit gáa ikki eftir honum.
Útoyggjafelagið metti, at hetta var eitt sera spennandi økið, at fáa innlit í, og tí vóru hesar báðar frá verkætlanini Nordic Delight, bjóðaðar higar, at kveikja og geva íblástur til eina møguliga nýggja vinnu á útoyggj.
Tey 10 sum luttóku, vóru sannførd um, at hesir møguleikar eru til staðar í Føroyum eins og okkara grannalondum, ja vit nærum standa á teimum.

Vit í Útoyggjafelagnum eru sera takksom fyri tað hjálp og tann stuðul vit fingu frá øllum pørtum til hesa verkstovuna. Tøkk til Fiskamarknaðin á Kósini, Føroya Bjór, Essa Petersen, hoyfólki í Múla, Hotel Norð og ikki minst Kokkaskúlan í Klaksvík, Edvard Olsen og øllum tykkum, ið hjálptu til og stuðlaðu undir tiltakið.

Myndir frá verkstovuni Nordic Delight. Myndir, ið tala fyri seg.

 






 


 

Sniðgeving og forritan: cre8.fo