Fugloy

Stødd:
11,18 km2

Bygdir:
Kirkja og Hattarvík

Fólkatal januar 2013
Hattarvík: 14
Kirkja: 24

Samferðsla:
Ritan siglir úr Hvannasundi hvønn dag eftir ferðaætlan. Túratalið er ymiskt summar og vetur. Tyrlan hjá Atlantsflog flýgur mikudag, fríggjadag og sunnudag.

Virksemi:
Seyðahald og partvís inntøka av tænastuvirksemi og ferðavinnu. Eingin handil er á oynni.
Í summarhálvuni er vega- og havnararbeiði og annað viðlíkahaldsarbeiði, sum bygdafólk í flestu førum fremur.

Náttúran:
Fugloyggin er eitt náttúruvakurt stað. Mótsatt teimum sunnaru oyggjunum í Føroyum er Fugloyggin sermerkt, við at tað, sum er omanfyri sjóvarmálan, bert eru tær ovastu basaltfláðirnar, tí er oyggin brøtt við steyrrøttum homrum runt alla oynna, omaná er grønt og gróðrargott og fleiri sjáldsamar plantur eru at finna.
Fuglalívið er fjølbroytt, og eins og í Mykinesi er atkomuligt lundaland í haganum. Í bjørgunum runt oynna er stórt fuglameingi.

Møguleikar:
Í 40´unum búðu omanfyri 200 fólk í Fugloy. Í 1950 vóru skrásett 195 fólk. Fugloyggin hevur sostatt verið eitt stað, har trivnaðurin hevur verið góður.
Á fugloynni er serstakliga friðarligt, og tey, sum hava brúk fyri hesum serliga friði í arbeiðnum, kunnu finna hann her. Fugloyggin er tí væl egnað til eitt nú gransking og at arbeiða við verkætlanum ið  tørvar konsentratión.


Fuglabjørgini:
Fugloyggin hevur eins og aðrastaðnis havt elligamlar skipanir við røkt og veiðu í fuglabjørgunum. Men gongdin við tí stóra fallinum í fólkatalinum og at tað eru flest gomul fólk á oynni, ger tað torført hjá teimum yngru á staðnum at søkja bjørgini.
Ikki bara tað at bjørgini ikki vera røkt er ein skeiv gongd, men tað er eitt vandamál, at tey ungu ikki vera lærd upp í hesum yrki.
Í summar hevur verið nógvur lundi at fáa, og nøkur av ungfólkunum, ið eru ættað av oynni, hava saman við bygdamonnum verið og fleygað í berginum, úrslitið hevur veri í frægasta lagi.

Restaurering av úthúsunum:

Í Hattarvík eru fleiri elligamlar toftir og niðurdottin gróthús og úthús eins og nógva aðrastaðnis í Føroyum. Fyri nøkrum árum síðani var farið undir at laga nøkur av hesum uppaftur og seta tey í upprunaligan stand. Onkur av hesum úthúsum vera nevnd í eitt nú søgnini um floksmenninar.
Hetta arbeiði er ikki bara til prýðis fyri bygdina, men er eisini av søguligum og mentanarligum týdningi.

Verkætlanir og virksemi
Verkætlanin Fugloy í søgu og søgn er eitt tiltak, ið Útoyggjafelagið saman við bygdarfólki hevur tikið stig til. Umframt hetta verður í løtuni roynt at byggja upp eina ferðavinnu í oynni, umframt annað virksemi við mati úr lokalari rávøru.






 


 

Sniðgeving og forritan: cre8.fo