Kalsoy
Stødd:
30,87 km2
Bygdir:
Trøllanes, Mikladalur, Húsar, Syðradalur
Fólkatal 1. januar 2013
Trøllanes og Mikladalur 47
Syðradalur og Húsar 48
Samferðsla:
Sam siglir úr Klaksvík Syðradals, eftir ferðaætlan. Nú er túratalið økt, so kvøldtúrar eisini eru. Bussur hjá bygdaleiðum koyrir til allar bygdirnar á oynni.
Virksemi:
Tey flestu ársverkini eru í landbúnaðinum, harnæst kemur arbeiðið á Smoltstøðini á Húsum. Onnur ársverk eru: busskoyring, fraktkoyring og læraravstarvið. Parttíðarstørv eru í landbúnaðinum, hjá landsverkfrøðinginum, í handlinum, postútbering, heimahjálp, ein smiður, lastbilakoyring, og nakrir eru sjómenn.
Nøkur hava sítt dagliga yrki í Klaksvík og aðrastaðnis, onkur av hesum ferðast til arbeiðis og aftur, hvønn dag.
Ferðavinnan er við at fáa fótin fastan, og virksemi hjá Sp/f Viljanum fevnur um mat og túrar í oynni. Smiðjan hjá Mikkjal á Trøllanesi er eisini eitt handverk- og ferðavinnutiltak, umframt onnur ferðavinnutiltøk sum eru ávegis.
Náttúran:
Kallsoyggin er ein smøl norð- suðurgangandi fjallarøð og ikki javnt høg. norðantil, serliga vestursíðan, er høgt berg, men longur suðuri lækkar bergið og verður til brattar líðir og skorar, undirhagin er lítil á verstursíðuni. Eystursíðan er meira grøn og ikki so brøtt. Á oynni eru í alt 11 dalar. Oyggin verður meira høglig longur suður ein kemur.
Á Kallsoynni er nógvur haga/landfuglur. Norðantil er eisini nógvur bjargafuglur. Plantulívið er áhugavert og fleiri sjáldsamar plantur finnast bæði við Galvin og í norðasta parti av oynni.
Møguleikar:
Kallsoyggin rúmar nógvar møguleikar fyri menning og framburði. Síðani tunlarnir komu á oynni og lunnar vóru lagdir fyri góðum ferðasambandi, er virksemi økt.
Kalsoyingum tørvar at tunlarnir og vegastrekkið frá Syðradali norður á Trøllanes verður sett í nýtiligan stand.
|