Skúvoy

Stødd:
9,99 Km2

Fólkatalið 1. januar 2013: 34 fólk

Samferðsla:
Sildberin røkir farleiðina eftir sjónum til Skúvoyar, allir túrar undantikið ein hvønn yrkadag eru við tilkalling. Tyrlan røkir loftvegis sambandið, mikudag, fríggjadag og sunnudag. Ritan siglir við farmi av Havnini eina ferð um vikuna. Komandi ár, kemur annað og nýggjari skip at røkja farleiðina.

Virksemi:
Landbúnaður er eins og á hinum útoyggjunum tað, sum tey flestu takast við. Av øðrum virksemi  eru tænastur fyri strandferðsluna, avgreiðsla av tyrluni, skúlaverkið og innan heilsurøktina.

Náttúran:
Skúgvi liggur ímillum Stóru Dímun og Sandoy. Tað er ein grøn vøkur oyggj við einari fjølbroyttari og stórslignari náttúru. Fuglameingið er stórt, og bjørgini bera nógvan fugl. Tey seinnu árini hevur tó verið afturgongd, serliga í lomviga- stovninum. Skúvingar hava, sum kent er, tikið bæði egg og fugl, hetta hevur verið eitt gott ískoyti til húsarhaldið.

Møguleikar:
Í Skúgvi eru góðir møguleikar fyri framburði og menning. Landbúnaðurin kann við betur fyriskipanum gerast ein lønandi vinna. Tað tilfeingi, sum oyggin hevur, kann gagnnýtast til fulnar, tá umstøður fyri framleiðslu undir heilsufrøðiligum góðkendum umstøðum vera til staðar. Ferðavinna er ein góður møguleiki í Skúgvi.






 


 

Sniðgeving og forritan: cre8.fo