Svínoy

Stødd:

27,35 km2 

Bygdir:

Svínoy

Fólkatalið 1.januar 2013: 31

Samferðsla:
Ritan siglir úr Hvannasundi hvønn dag, eftir ferðaætlan. Tyrlan hjá Atlantsflog flýgur mikudag, fríggjadag og sunnudag. Ein lastbilur førir farm og ferðagóðs ímillum lendingina og bygdina.

Virksemi:
Størsta virksemið er seyðahald og fiskaaling. Afturat hesum eru tey alemnnu parttíðarstørvini m.a. hjá strandferðsluni, postverkinum, tyrlu avgreiðsa. Í dag eru eingin børn í oynni og harvið eingin skúli. 
Tað verður arbeitt við at økja um ferðavinnuna, og ymisk tiltøk eru sett á skrá. 

Náttúran:
Svínoyggin stendur eins og Fugloyggin bert av teimum ovastu basaltfláunum, og er jarfrøðiliga eitt áhugavert stað. Náttúran er sera fjølbroytt. Fram við sjóvarmálanum er bratt og illgongt, meðan tað omaná er slætt við stórum fløtum. Fuglameingið er fjølbroytt og nógv er til av heiðafugli. Føroya størsta koloni av Skúgvi finnist her. Eisini er plantulívið fjølbroytt og serstakt. Sjáldsami runnurin Baraldur veksur uppi á oynni.

Møguleikar:
Landbúnaður hevur møguleika at økjast og gerast meira fjølbroyttur um so er, at fortreytir vera skaptar fyri hesum. Økt framleiðsla innan fiskaaling er uppløgd, men talan kann eisini vera um aðrar nissju vinnugreinar, her undir ferðavinnu.

Verkætlanir
Arbeitt verður við ymiskum verkætlanum, eitt nú at gera ein góðkendan køk, í bygninginum, sum skal vera sambýlið. Umframt hetta verður ítøkiliga arbeitt við at gera eitt bátasavn og onnur ferðavinnu- og trivnaðartiltøk í oynni. Vónin er, at hetta fera at bøta um arbeiðsmøguleikan hjá kvinnum, skapa trivnað og tilflyting.






 


 

Sniðgeving og forritan: cre8.fo