Mykines
Stødd:
10,28 Km2
Fólkatalið 1.januar 2013: 13 fólk
Samferðsla:
Brynhild siglir summarhálvuna. Um veturin er tað tyrlan, ið røkir farleiðina. Tyrlan flýgur hvønn mikudag, fríggjadag og sunnudag, um summarið verður eisini flogið mánadag. Fyri at tryggja sær møguleika at sleppa til og frá oynni við Brynhild og við tryluni, er neyðugt at bíleggja ferðaseðil frammanundan.
Virksemi:
Vinnuliga virksemi í Mykinesi er landbúnaður. Av øðrum virksemi er umsiting av strandferðsluni, posti, tyrlupalltænasta, SEV, o.l. Hartil er Kristianshús, sum veitur innivist og tænastur til vitjandi.
Arbeitt verður í løtuni við at byggja nýtt gistingarhús: Mikines - list & gist, sum fevnir um gisting, savn og verkstað.
Náttúran:
Mykines er á allan hátt eitt náttúruvakurt stað. Og serstakliga áhugaverd hjá ferðafólki at vitja. Tað er serliga Mykines- hólmur við vitanum og súlunum, eins og tað stóra og lætt atkomiliga lundalandið sum dregur. Náttúran er fjølbroytt og stórbar, fuglameingið er stórt eins og plantulívið. Bygdin er gomul og hevur eina ríka søgu. Alt umhvørvið ber boð um eina gamla sagnbundna oyggj, har fólkið hevur búleikast undir serliga óhøgligum korum.
Møguleikar:
Hóast landbúnaðurin er ein uppløgd vinnugrein í Mykinesi, eru eisini serliga góðir møguleikar fyri øktari ferðavinnu. Vónandi kann komandi vinnuvirksemi tryggja, at grundarlag er fyri at fleiri kunnu búgva í oynni, og fáa sína inntøku har.
|