Stødd:
2,65 Km2
Bygdir:
Dímun
Fólkatalið 1. januar 2013: 9 fólk
Samferðsla:
Almenna samferðslan til Dímun er einans við tyrluni hjá Atlantsflog. Ferðasamband er 3 ferðir um vikuna, mikudag, fríggjadag og sunnudag. Bert mikudag ber til at koma til og frá Dímun sama dag. Uttanfyri hesar tíðir kann ikki komast til og av oynni. Av tí at oyggin er illa atkomulig frá sjónum er lítið og onki sjóvegis samband. Tyrludeildin er altíð lagalig at heita á, um okkurt serligt er.
Virksemi:
Dímun er eitt festi, sum er fulltíðarstarv hjá festaranum. Seyðahald er høvuðsgrundarlagið afturat einum ískoyti frá fuglaveiðu. Onkur parttíðarstørv eru á oynni, m.a. at passa elverkið hjá SEV og at avgreiða tyrluna.
Nógv virksemi er í Dímun. Eit heilsufrøðiliga góðkent framleiðsluhús ger tað møguligt at selja landbúnaðarvørur til handlarnar á meginøkinum. Umfram møguleikan at hagreiða kjøt og fugl, er eisini eitt garvaríð. Skinnini úr Dímun verða seld á meginøkinum.
Náttúran:
Stóra Dímun er eitt sjálsamt stað at búsita í ár 2000. Tað at liva á einari so fjarskotnari oyggj við steyrrøttum bergið snipst í havið, við einum grønum kolli omaná, er bert fáum beskorið. Umhvørvið er ikki bert sjálsamt og serstakt men vakurt og avbjóðandi í sama andadrátti. Fuglalívið er fjølbroytt og nógv er av bjargafugli.
Møguleikar:
Av tí at Stóra Dímun bert er eitt festi og tær náttúruskaptu fortreytirnar avmarka vinnumøguleikarnar, kann oyggin bert uppihalda einari familju. Tó eru tað í dag tvær familju í oynni, og tað er at takka fyri tí fjølbroytta virksemi, sum hesar báar ungu familjurnar skap í oynni í dag. Landbúnaður, garvarí og ferðavinna eru teir møguleikar, sum í dag vera troyttir.
|