Koltur
Stødd:
2,45 Km2
Bygdir:
Koltur
Fólkatal 1. januar 2013: 1 fólk
Samferðsla:
Alt ferða- og flutningssamband við Koltur er við tyrluni hjá Atlantsflog. Hon flýgur mikudag, fríggjadag og sunnudag. Hesar dagar ber til at koma til Havnar og aftur sama dag. Til ber at sigla til Kolturs, men av tí at atløguviðurskiftini eru sera vánalig, er tað ikki gjørligt at koma við báti higar uttan í góðum líkindum, tá tað er kyrt.
Onki alment ferðasamband er sjóvegis.
Virksemi:
Oyggin er øll sum hon er ein festigarður. Í 1989/90 fluttu seinastu fólkini av Koltri og hon lá tí manntóm í fleiri ár. Í 1994 festi Bjørn Patursson garðin og í 1996 flutti hjúnini Patursson út í Koltur at búgva. Í 2008 fekk Bjørn Patursson starvið sum stjórið á Búnaðarstovuni. Dóttir Bjørn Malan Patursson, flutti út í oynna, og røkti garðin í 2009-2010.
Í dag er bert ein persónur í oynni. Málið er at Koltur verður Tjóðgarður, ella "nationalpark". Hetta arbeið er ikki komið á mál, men arbeitt verður fram í móti hesum.
Náttúran:
Koltur er eitt serliga náttúruvakurt stað, umhvørvið alt lýsir føroyska søgu og siðir fleiri árhundrað aftur í tíðina. Møguleikarnir fyri náttúruupplivingum eru stórir, bæði við útferðum í bjørg og haga, men eisini á slættlendinum við gomlu bygningarnar og í fjøruni við tí hvíta sandinum.
Møguleikar:
Verður undirstøðukervið útbygt m.a. atløguviðurskiftini, verandi bygdravegur og byggibúgving í tilknýti til bygdarvegin, kann náast á mál við teimum visiónum, sum eru um Koltur. Oyggin kann vera livigrundarlag hjá í øllum førum einum festara við familju.
Koltur er sera væl egnað til ferðavinnu, serstakliga orsaka náttúruvakurleika men ikki minst teimum væl varðveittu fornminnunum.
|