Hestur

 

Samferðsla:
Teistin siglir av Gomlurætt út í Hest og aftur eftir ferðaætlan.  

Virksemi:
Í Hestbygd er vinnuvegurin seyðahald og útróður. Umframt hetta eru nøkur almenn parttíðarstørv.
Samferðslan ger, at tað ikki gjørligt hjá familjum at búgva í oynni og røkja starv o.a. í Havn, tí eru tað fá sum ferðast í millum til arbeiðis.

Náttúran:
Norðari partur av Hesti er høgur og brattur, meðan lendið lækkar longur suður ein kemur. Oyggin er vøkur og har er nógvur heiðafuglur. Í bygdini hoyrist songurin frá heiðafuglinum sjáldsama væl. Uppi á oynni, omanfyri bygdina liggur m.a. Fagradalsvatn, eitt stað, ið nógv ferðafólk vilja uppliva. Hestbjørgini hava leingið verið eitt væl vitjað ferðamál, og nú eru røddir frammi um, at útbyggja hesar útferðir til gongutúrar runt alla oynna.

Møguleikar:
Hestur liggur bert eitt hanagleiv frá Streymoynni og øllum teimum vælferðarmøguleikunum sum eru har. Hendan stutta fjarstøða til meginlandið kann á ymiskan hátt gagna Hestbygd, m.a. kunnu góðir flutningsmøguleikar skapa grundarlag fyri ymiskum vinnugreinum. Bátahylurin og havnarlagið er fyrsta stigið á leiðini.
Útróður var einaferð høvuðsvirksemi á oynni og kann við tillaging til broyttu krøvini aftur gerast ein partur av bygdarlívinum, men ferðavinna er helst tann vinnugvegur, sum í dag er mest sannlýkur.






 


 

Sniðgeving og forritan: cre8.fo